Uni Holm Johannesen
Seinnu árini hevur KÍ fingið íblástur frá útlendskum venjaranum, sum standa fyri venjingunum á fótbóltsskúlanum, sum felagið skipar fyri. Og í ár er einki undantak.
Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Jesus Gutierrez, vanliga nevndur Guti, verður høvuðsvenjari á skúlanum í ár. Hann er ungdómsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid.
Fótbóltsskúlin hjá KÍ verður í døgunum 12. og 13. august.