Rørleiðing frá Clair til Sullom Voe

Kann fáa týdning fyri komandi oljukeldur á føroyskum øki í framtíðini

 

Oljuleiting

Jan Müller


Um ikki so langa tíð verður avgjørt, hvussu framleiðslan frá risastóra oljufeltinum Clair vestan fyri Hetland skal fara fram, tá fyrsta oljan rennur í 2003. BP hevur avgjørt at útbyggja ein part av feltinum nevndur Suður-Clair, ið rúmar einar 200 milliónir tunnur av olju. Alt feltið er mett at goyma einar 6 milliardir tunnur. Nú skjøtil verður settur á hetta feltið, ið varð funnið í 1978, meta serfrøðingarnir hjá BP um, antin teir skulu hava ein framleiðslupall á staðnum og síðani flyta oljuna við sokallaðum Shuttleskipum til lands ella um teir skulu leggja eina rørleiðing á havbotnin. Blaðið Uppstream vil vera við, at BP meira ella minni hevur avgjørt at taka av rørleiðingsloysnini, tí hon verður tann skilabesta uppá longri sikt. Her verður hugsað um, at aðrir partar av hesum stóra oljufelti verða tiknir uppí og síðani eisini aðrar keldur í grannalagnum.

Tað er greitt, at ein slík avgerð hevur eisini óbeinleiðis týdning fyri komandi oljuvirksemi á føroyskum øki. Tí enn finst eingin infrastrukturur í økinum vestan fyri Hetland ella eystan fyri Føroyar. Ein rørleiðing frá Clair til Sullom Voe kann gera allan henda nýggja oljulandspartin meira áhugaverdan og lønandi. Og tað er ikki óhugsandi, um oljufelt verða funnin føroysku megin markið, at hesi feltini kunnu bindast í oljuleiðingar, sum verða lagdir á botn frá bretskum keldum og til Hetlands.

Sosialurin skilur, at hetta eru eisini spurningar, sum eru frammi á teimum fundum, sum eru millum føroyskar og bretskar oljumyndugleikar. Hóast tað at hetta enn er sera lítið ítøkiligt, so kann hetta blíva aktuelt og av stórum virði um ikki so mong ár, at rørleiðingar til bæði olju og gass verða lagdir frá bretsku keldunum og til lands. Tí tá kann verða lætt at knýta møguligar oljukeldur á føroyska landgrunninum uppí bretska infrastrukturin.