Rørsludagar í Tofta skúla

Í dag og í morgin, 8. og 9. mars, og næsta fríggjadag og leygardag, 15. og 16. mars, verða rørsludagar í stóru fimleikarhøllini í Tofta skúla.

Tað er kvøldskúlin, sum skipar fyri, og undirvísarar eru Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest.

Á skránni í dag frá klokkan 17-18.15 verður motiónsfimleikur fyri 50 ára gomlum og eldri, og klokkan 18.30-19.30 verður line-dansur, har undirvíst verður í løttum line-dansum.

Í morgin klokkan 11.30-12.45 verður pensjónistafimleikur - ella sonevndur stólafimleikur - fyri kvinnur og menn, og klokkan 13-14 í morgin verður vatnfimleikur í svimjihylinum.

Fríggjadagin 15. mars frá klokkan 17-18.15 verður motiónsfimleikur fyri 50 ára gomlum og eldri, og klokkan 18.30-19.30 verður line-dansur.

Leygardagin 16. mars frá klokkan 11.30-12.45 verður pensjónistafimleikur (stólafimleikur), og frá klokkan 13-14 hendan dagin verður vatnfimleikur í svimjihylinum.

Tey, sum vilja vita meiri um rørsluskeiðini í Tofta skúla, kunnu hyggja á heimasíðuna hjá Nes kommunu, www.nes.fo