Rás 2 hevur sett átta fólk

Rás 2, nýggja útvarpsstøðin í Havn, hevur nú rættuliga brynjað seg til framleiðslu av sendingum

Rás 2, nýggja útvarpsstøðin í Havn, hevur nú rættuliga brynjað seg til framleiðslu av sendingum, og fyrsta dagin kemur støðin við sendiskrá, ið verður útbygd sum frálíður.

Støðin hevur sett átta fólk í føst størv, og sum frálíður verða fleiri free-lancefólk sett.

Manningin á støðini er nú hendan:

Suni Jacobsen, fyritaksstjóri

Petur Jacobsen, tøknileiðari

Jan P. Jacobsen, vevstjóri

Ó. J. Rólantsson, programleiðari

Sonne Smith, tíðindaleiðari

Laila Jacobsen, tónleikaleiðari

Ronnie petursson, tøkningur

Ronnie Poulsen, tøkningur