Rás 2 hoyrist nú í Klaksvík

.

Leygardagin fór Rás 2 undir at royndarsenda av Brúnaskarði í Klaksvík, og nú hoyrist rásin í Klaksvík og stórum parti av Eysturoynni.

Tað er Norðoya Sparikassi, sum hevur keypt sendaran, sum nú er settur til á Brúnaskarði.

Rás 2 sendur á 107,0 MHz.

30. apríl fer Studio Pegasus í Klaksvík at senda á Rás 2.