Tað var tøgn á adressuni 107 Mhz á FM-bandinum um vikuskiftið. Hetta er staðið, har norðoyingar kunnu taka ímóti Rás 2, men um vikuskiftið hevur einki verið at hoyrt.
? Vit halda, at tað er ein digitalur móttakari, sum er frystur orsaka av tí teimum mongu streymslitunum leygarnáttina. Vit hava einaferð áður havt hendan trupulleika, og tá var tað hesin móttakarin, sum ikki toldi so óstøðugan streym, sigur Petur Jacobsen, sum er stjóri á Rás 2.
Seinnapartin mánadagin fóru fólk frá Rás 2 at kanna brekið, og Petur Jacobsen roknaði við, at Rás 2 aftur kundi hoyrast umvegis Brúnaskarð seinni mánadagin.