Rás 2 sendir frá flogbólti

Tá bestu flogbóltskvinnurnar hjá Føroyum og Danmark spæla seinna landsdystin teirra millum, sum verður á Giljanesi sunnudagin klokkan 14.15, fer Rás 2 at hava beinleiðis frásøgn.

Sendingin byrjar eitt korter undan dystinum, klokkan 14, og tá fer Hilmar Jan Hansen at siga frá, og aftur at sær fer hann at hava ein garvaðan mann úr flogbóltsumhvørvinum, Jákup á Stongum.

Hetta verður samstundis fjórði landsdysturin, sum er sendur á Rás 2 í átta dagar, tí undan hesum hava ikki færri enn tveir U21-landsdystir og ein A-landsdystur í fótbólti verið á skránni.

Í annaðkvøld klokkan 18 eru somuleiðis beinleiðis ítróttarfrásagnir á Rás 2, tí tá fara Tróndur Arge og Hilmar Jan at siga frá tveimum dystum í Vodafonedeildini, sum eru dysturin á Argjum millum AB og B68 og dysturin í Gøtu millum Víking og KÍ.

Haraftrat verður vanliga fótbóltssendingin, »Triði hálvleikur«, á Rás 2 sunnudagin klokkan 17.