Í morgin klokkan 15.00 byrjar Rás 2 at senda í sambandi við avgerandi FM-finaludystin hjá monnum í flogbólti, sum verður millum SÍ og Mjølnir. Og tá dysturin fer í gongd, fara Hilmar Jan Hansen og Hans Fróði Jensen at fylgja við dystinum frá byrjan til enda. Aftaná verða sjálvandi samrøður og beinleiðis sending frá steypa- og heiðursmerkjahandanini á Giljanesi.