Fjarskifti
Føroya Tele arbeiðir í løtuni saman við Tórshavnar Býráð við einari ætlan, sum skal broyta munandi upp á Rás Tórshavn.
Tey seinastu tíggju árini, ið borgarar í Tórshavnar Kommunu hava havt Rás Tórshavn, hevur møguleiki verið fyri at síggja útlendskar sjónvarpsrásir um fylgissvein. Rok hevur til tíðir verið um hesar góðu rásir. Sum støðan er nú, skal rásin TV3 takast av skíggjanum hjá havnarfólki í vikuni, men røkist fyri einari loysn.
?Sum støðan er nú, veðrur sløkt fyri TV3 1. februar, men samráðingar eru og havi eisini verið millum partarnar í longri tíð. Vit hava tó í samráð við Føroya Tele hugt at øðrum møguleikum í sambandi við Rás Tórshavn, har talan verður um, at Føroya Tele skal yvirtaka Rás Tórshavn, og rásirnir gerast talgildar og fleiri, sigur Jan Christiansen.
Býráðsfundur verður í kvøld, hóskvøldið, har Rás Tórshavn verður ovast á dagsskránni.
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, váttar fyri Sosialinum, at tær í løtuni eru í samráðingum við Tórshavnar Kommuna, um framtíðarlagnuna hjá Rás Tórshavn. Í løtuni er tað Føroya Tele, ið umsitur Rás Tórshavn fyri Tórshavnar Kommuna, og hetta ger eisini, at Føroya Tele, sambært Andras Róin, hevur upparbeitt sær servitan á økinum.
?Vit gera í løtuni eitt kanningararbeið, sum er rættiliga umfatandi. Tankin er, at vit skulu yvirtaka Rás Tórshavn, men hetta verður ikki bert gjørt fyri at geva borgarunum eina ókeypist tænastu, tí Føroya Tele má skapa eitt yvirskot á øllum økjum, sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya sigur, at broytingarnar hjá Rás Tórshavn skulu eisini síggjast í tí ljósinum, at tekniskar umleggingar skulu til í sambandi við, at lagt verður um á flestu rásum frá analog til digitalt ella talgilt, sum tað eitur á føroyskum.
?Ætlanin er, at fólk skulu kunna móttaka signalið við verandi anntennu útbúnað. Talan verður so um, at ein talgildur móttakari skal setast til við einum korti, sum sostatt kann móttaka signalið og gera, at tað kann síggjast í sjónvarpstólinum, sigur Andras Róin.
Hann váttar, at teir hyggja eftir møguleikan, sum eisini innibera annað enn bert eina nýggja sjónvarpsrás.
?Vit kunnu fáa eitt analog signal til at gerast til fimm digital, soleiðis at tær fimm rásirnar kunnu gerast til nógv fleiri, men hetta noyðist ikki at vera sjónvarpsrásir, sigur Andras Róin.
Møguleikan um internetsamband við eitt tílíkt kerv verður eisini kannaður, men einki ítøkiligt er enn avgreitt.
Uttanlands er marknaðurin fyri slíkum móttakarum vorðin stórur, og møguleikarnir eru eisini rættiliga umfatandi. Andras Róin sigur tað vera eitt sera spennandi øki, sum kann lata upp fyri nógvum møguleikum.
Jan Christiansen, býráðsformaður, veit at siga, at ókeypis rásir til borgararnar sum hjá Rás Tórshavn er eindømi, og tað er spurningurin, hvussu leingi henda skipan fer at vera møgulig í framtíðini.