Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
------
Eitt ársskifti var við góðum og minni góðum upplivingum.
Skálafjarðatunnilin setti av álvara dagsskránna í árinum, sum fór og í árinum, sum júst er byrjað.
Verkætlanin um at gera ein tunnil millum Havnina og Skálafjørðin var til viðgerðar í løgtinginum í árinum, sum fór og endaði við, at avvarðandi landsstýrismaður varð sendur til hús og at avvarðandi stjórnmálaráð varð avtikið.
Hesar avleiðingar siga í sjálvum sær frá, at viðgerðin av verkætlanini sum tingmál hevur ikki verið nøktandi. Eg ætli mær ikki her sjálvur at viðgera ella taka støðu til málið, men kann staðfesta, at fleiri av mínum starvsfeløgum hava úttalað seg og sett spurnartekin um rættleikan av viðgerðini av málinumum.
Fjølmiðlarnir hava ótroyttiliga og av álvara fylgt hesum máli upp. Og er hetta helst høvuðsorsøkin til, at landsstýrismálanevndin loksins tók avgerð um við heimild í § 38 í stýrisskipanarlógini at heita á løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra at kanna leiklutin hjá landsstýrismanninum og løgmanni í málinum.
Stutt eftir at ein av mínum starvsfeløgum varð tilnevndur sum kanningarstjóri, setti ein limur í formansskapi løgtingsins spurnartekin við hansara gegni sum kanningarstjóri. Honum á baki setti forkvinnan í landsstýrismálanevndini sama spurning. Fjølmiðlarnir tóku eisini av álvara og ótroyttiliga henda partin av málinum upp. Tá kom rættilig øði í grindina og málið endaði fyribils seinasta fríggjadag við, at løgtingsformaðurin loysti kanningarstjóran úr starvinum.
Ófatiligt og pínligt fyri meg og helst eisini fyri meginpartin av mínum advokatstarvsfeløgum er tó, at frákoyrdi kanningarstjórin enn tvíheldur um sítt gegni.
Tíbetur hava vit um ársskiftið eisini havt góðar upplivingar. Eg sipið her til framúr góðu sjónvarpsendingarnar um arbeiðsdagin á Landssjúkrahúsinum.
KVF hevur framleitt sending í fýra pørtum við heitinum LS, sum á ein sera kunnandi hátt sigur okkum frá dagliga arbeiðinum á Landssjúkrahúsinum. Talan er eftir mínum tykki um eina einastandandi væl samansetta frásøgn um tað, sum gongur fyri seg í okkara sjúkrahúsverki.
Sendingin sannførir meg um, at vit á føroyska sjúkrahúsverkinum eiga starvsfólk við sera góðum førleika og ikki minst góðum vilja til at taka sær væl av okkum, tá ið vit eru rakt av sjúku.
Lítil ivi er um, at sendingin um LS vildi ikki givið okkum eina so góða uppliving uttan so, at tey sum hava staði fyri tilrættalegging og ikki minst staði aftan fyri myndatólini, eru dugnalig.
Væl gjørt og takk fyri LS og KVF.
Gott vikuskiftið.