Rós til føroyska rabarbusúpan

Dómararnir á donsku Young Enterprise kappingini lótu væl at rabarbusúpanini, sum føroyskir handilsskúlanæmingar høvdu við sær til kappingina

Í farnu viku luttóku fimm handilsskúlanaæmingar frá Føroya Handilsskúula í Havn í árskappingini hjá Young Enterprise í Danmark. Íalt tjúgu virkir luttóku í kappingini í Industriens Hus í Keypmannahavn. Frammanundan hava 18 virkir úr Føroyum og 230 virkir úr Danmark seinastu mánaðirnar kappast um at koma til finaluna í Keypmannahavn.

Føroysku næmingarnir hava stovnað virkið Omaná, ið framleiðir og selur rabarbusuppu í fløskum. Rabarbusuppan var sera væl móttikin og næmingarnir fingu rós frá Bertel Harder, undirvísingarmálaráharra og amerikanska ambassadørinum James P. Cain.