Rós til Óla Poulsen

Írski sangarin, Johnny Logan, hevur gjørt nýggja fløgu, sum føroyski Óli Poulsen hevur framleitt. Logan rósar Óla Poulsen fyri avrikið

 

Mánadagin kom ein nýggj útgáva av Grand Prix hittinum »Hold me Now« frá 1987 á gøtuna.

Tað er framvegis kendi írski sangarin, Johnny Logan, sum syngur sangin, men hesaferð er tað føroyski Óli Poulsen, sum hevur lagt heimshittið til rættis.

Johnny Logan hevur verið í Keypmannahavn og gjørt upptøkurnar til nýggju fløguna hjá sær, og hendan steðgin er hann væl nøgdur við.

? Eg havi funnið meg sjálvan í upptøkuhølunum í Kepmannahavn, sigur Johnny Logan við danska blaðið BT.


Í óføri

Umframt eina duett við kendu donsku sjónvarpskvinnuna Natasjha Crone, syngur Johnny Logan fleiri gamlar sangir á nýggju fløguni.

Og so er tað sjálvandi kendasti sangur hansara, »Hold me now«, sum hann vann altjóða Grand Prix kappingina við í 1987. Hetta var aðru ferð, at Logan vann hesa kapping.

Fyrru ferð var í 1980 við sanginum »What´s another year«, og eftir hendan sigurin fór lív hansara rættiliga av sporinum.

Hann kom í fíggjarligt og persónligt óføri, og tað var meðan hann var ringast fyri, at hann skrivaði »Hold me now«.


Betri enn tann fyrra

Avgerandi vendin í lívi hansara kom, tá hann slapp við í írsku Grand Prix kappingina. Hesa kappingina vann hann, og tað gjørdi hann eisini, tá altjóða finalan var.

Síðani hevur Johnny Logan vunnið nógvar pengar, og hann er væl fyri bæði fíggjarliga og persónliga í dag.

Nú roynir hann seg aftur við eini útgávu, og »Hold me now« er eitt av løgunum.

? Mær dámdi ómetaliga væl hendan sangin, men eg sang hann so oftani, at eg misti hugin at syngja hann. Men nú hevur Óli Poulsen givið honum eitt meiri soulmerkt ljóð, og tað var í grundini soleiðis, at eg skrivaði sangin upprunaliga, sigur Johnny Logan við BT.

? Útgávan hjá Óla er nógv betri enn tann fyrsta útgávan, sum seldi fleiri enn seks milliónir eintøk, staðfestir írski sangarin.