Rós til Rólant

FUGLAFJØRÐUR

Snorri Jøkladal sigur, at Effo Bunkers hevur gott samstarv við Havnarskrivstovuna í Fuglafirði og havnarstjóran, Rólant Højsted, sum er myndugleikin yvir teimum.
- Eg haldi, at Rólant er skilamaður. Vit hava eitt gott samstarv, og eg havi alt gott at bera honum, sigur dagligi leiðarin á Effo Bunkers í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri, er eisini fegin um tað arbeiði,
sum Rólant Højsted og hansara menn gera við havnalagið.
- Eg haldi, at vit virkuliga hava fingið ein kapasitet við Rólanti Højsted, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.