Í Sportboxini, sum verður send í dag millum klokkan 10 og 12 á Rás2, verða gestirnir fyrrverandi U21 landsliðsvenjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham. Tað eru 10 ár síðani, at U21 landsliðið spældi sín fyrsta dyst.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Bill M. Jacobsen og Heðin Askham koma at fortelja hvussu tað heila byrjaði, og hvat stendur eftir aftaná 10 ár. Teir skulu eisini tippa komandi umfar í Effo-deildini, sum verður sunnudagin.
Í fyrra tímanum verður dentur lagdur á oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi seinni í hesum mánaðinum. Vit fáa fleiri gestir í rásarúmið. Vit fáa vitjan av formanninum í borðtennissambandinum, Jóannes Guttesen, vegna badmintonsambandið kemur Erik Engelbrecht Thomsen á gátt, og so kemur eisini kurvabóltsspælarin Fríði í Geil Jacobsen eisini á vitjan.
SportBoxin beinleiðis á Rás2 fríggjardagar frá 10 til 12
Umframt tað, so verður eisin tosað við Trónd Kragesteen, liðskipara á føroyska hondbóltslandsliðnum, sum er til altjóða kapping í løtuni.
Í SMS kappingini er spurningurin, hvør skoraði málið móti Russlandi, tá U21 landsliðið í 2009 púra óvæntað vann 1-0 í Gundadali. Send rætta svarið inn á 559999. Umframt vinning, so verður vinnarin eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 3.000,- frá Atlantic Airways.