Rás2: Avgerandi bóltarnir TB-SÍ 3-1

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá tvørákvinnur vunnu seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Kvinnurnar hjá TB hava vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini í flogbólti.

 

Tað gjørdist greitt tá TB á heimavølli í Trongisvági vann 3-1 á SÍ. SÍ vann fyrsta settið 25-15, men so traðkaði heimaliðið í karakter og vann tey trý næstu settini við settmuninum 27-25, 25-21 og 25-22.

 

Í sama bólki vann Dráttur 3-0 á Ternuni í høllini á Giljanesi. Settmunurin var 25-20, 25-22 og 25-18. 

 

Dráttur vinnur bólkin við átta stigum. Nummar tvey er TB við sjey stigum. Nummar trý er SÍ við trimum stigum og aftast er Ternan við ongum stigi.

 

Dráttur møtir Mjølnir í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni møtast Fleyr og TB. Hálvfinalurnar verða leiktar 10. februar. Dráttur og Fleyr verða sum bólkavinnarar heimalið í hálvfinalunum. Allar hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar 10. februar. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum í Trongisvági. Arthur D. Poulsen var viðmerkjari.