Rás2 bjóðar leygarkvøldsundirhald

Í kvøld sendir Rás2 stóra live-sendingin av Hvonn í Havn. 25 ára dagurin hjá Frændum verður hildin, og tað fer at seta dám á sendingina, sum eisini bjóðar aðrar gestir Hvonn Live verður send á Rás2 í kvøld millum klokkan 19 og 22. Sendingin er send einaferð áður - tá var hon send fríggjadag - men hesaferð verður sent leygarkvøld.

- Vit vilja gjarna geva føroyingum eitt sindur av leygarkvøldsundirhaldi. Vit fara at bjóða gestunum á Hvonn og okkara lurtarum kring landið tríggjar tímar við góðum og fjølbroyttum undirhaldi, sigur Eyðun Klakstein, redaktørur av Hvonn Live.

Í sendingini í kvøld verður 25 ára dagurin hjá Frændum hildin. Tosað verður við høvuðsmenninar í bólkinum, Frændur fara at spæla gamlar og spildurnýggjar sangir, og kjak verður við Óla Breckmann um friðartónleik.

Eisini fara nakrir gestasangarar at tulka Frændur, og teirra millum verða Árni & Marnar.

Eisini aðrir gestir verða við í Hvonn Live í kvøld. Tosað verður millum annað við Connie Brockie, sum verður við í Paradise Hotel, Óluvu Johannesen, sum venur chihuahua-hundar, og funnið verður fram til, hvussu tað gongur hjá Krzystof Popczynski. Eisini verður skemt og okkurt yvirraskilsi í sendingini.