Rás2 einkarrætt upp á seinnu hálvfinalurnar

Tað verður bara Rás2, sum fer at útvarpa seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

Rás2 hevur gjørt eina eksklusiva avtalu við Víking og EB Streym um at útvarpa báðar tær seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Jonhard Hammer, stjóri í Rás2 sigur, at tey í Rás2 ynskja samstarv við útvarpið hjá Kringvarpinum um, hvør skal útvarpa ymsu dystirnar, tí Rás2 sær onga meining í at standa undir liðini á Kringvarpinum og útvarpa somu dystir. Rás2 hevur heldur ikki linjur allastaðni, so tí fáa tey ikki rykt út við stuttum skotbráð allastaðni, tí summa staðni tekur tað tí hjá Rás2 at fyrireika sambandið.

Hvørgin útvarpsrásin útvarpaði fyrru hálvfinalur, sum vórðu spældar hóskvøldið, men nú hevur so Rás2 tryggað sær, at støðin fær einkarrættin til seinnu hálvfinalurnar ávikavíst úr Sarpugerði í Norðragøtu og Margáum í Streymnesi.