TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá 1-0 málinum NSÍ fekk ímóti Víkingi á heimavølli í dag. Eitt mál Jan Benjaminsen skoraði. Og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Árni Frederiksberg enn einaferð skoraði eitt 2-1 sigursmál ímóti Víkingi í ár.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við sigursmálskjúttan, Árna Frederikberg.
Árni Frederiksberg er sera fegin um, at vinna á lokalu kappingarneytunum enn einaferð í ár, og enn eina ferð kunna skora 2-1 sigursmálið ímóti Víkingi. Tað hevði týdning fyri Árna og liðfelagarnar, at Víkingur ikki slapp at feira meistaraheitið við Løkin í Runavík.
Nú fara Árni Frederiksberg og liðfelagarnir eftir einum sigri ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í tí seinasta umfarinum. Tað hevur stóran týdning fyri Árna og liðfelagarnar at fáa eitt heiðursmerkið um hálsin tá kappingin er lokin.