Rás2: Hoyr sigursmálið og sigursmálskjúttan hjá NSÍ

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum hjá NSÍ, og hoyr sigursmálskjúttan greiða frá málinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:

1) Hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum hjá NSÍ ímóti Víkingi, tá Árni Frederiksberg skoraði til 2-1 til NSÍ ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

2) Hoyr sigursmálskjúttan, Árna Frederiksberg greiða frá málinum. Árni Frederiksberg staðfestir, at 18. juni er ein eydnudagur hjá NSÍ, tí hetta er annar 18. juni á rað, at NSÍ vinnur á Víkingi. 

Fyri NSÍ lagaðu úrslitini seg framúr væl. Sjálvir vunnu teir á Víkingi, og samstundis tapti KÍ 1-5 ímóti B36, so nú eru runavíkingar bert tvey stig frá Víkingi og KÍ.