Rás2: Óli G. segði frá minniligum fimmsettara

(Rás2) Hoyr hvussu teir avgerandi bóltarnir ljóðaðu norðuri í Klaksvík, tá Mjølnir vann 3-2 á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgudebutanturin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum, sum vóru í dystinum millum Mjølnir og Fleyr. Mjølnir vann dystin 3-2, har tvey tey seinastu settini vóru minnilig. Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini rættiliga lætt 25-14 og 25-19, men so kom Fleyr í gongd og vann triðja settið 25-22. So kom fjórða settið, sum gjørdist sera minniligt. Fleyr vann 32-30. Fimta og avgerandi settið, javnbrótarin var eisini eitt minniligt sett, sum Mjølnir vann 24-22. 


2) Hoyr eisini tað, sum viðmerkjarin hjá Rás2 til dystin, John Kári "Gaja" í Brekkuni hevði at siga aftaná hvørt sett, og hoyr samanumtøkuna hjá Gaja tá dysturin, sum vardi meir enn tveir tímar var liðugur.

Í morgin klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum millum SÍ og Fleyr í meistaradeildini hjá kvinnum. Frásøgnin kann hoyrast av øllum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.