Rás2: Málið hjá B36 og samrøða við Benjamin Heinesen

(Rás2) Hoyr ein vónbrotnan Benjamin Heinesen hjá B36 seta orð á 1-2 tapið ímóti Víkingi á útivølli í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge segði frá 1-0 málinum, ið Meinhard E. Olsen skoraði fyri B36 í fyrra hálvleiki ímóti Víkingi, tá B36 tapti 1-2 á útivølli í dag.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Benjamin Heinesen hjá B36.

 

Benjamin Heinesen staðfestir, at gongdin er ikki góð hjá B36 í løtuni. Hann er sera vónbrotin um avrikið hjá sær sjálvum og liðfeløgunum at tapa 1-2 ímóti Víkingi uppá tað, ið Benjamin Heinesen nevnir tvey býtt fríspørk.

 

Tað ørkymlar eisini Benjamin Heinesen, at B36 brennur alt ov nógvar málmøguleikar í landskappingini higartil. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá Víkingi, og samrøðan Tróndur hevði við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Maurice Ross hoyrast HER