Rás2 sendir 6 tímars ?Gullradio? í dag

Rás2 ger nógv burtur úr fyrsta føroyameistaraheitinum hjá EB/Streymi. Í dag fer Rás2 at senda 6 tímar ?Gullradio? í heimaøkinum hjá EB/Streymi. ?Gullradio? verður á skránni millum kl. 9 og 12, og so aftur millum kl. 14 og 17. Í sendingini verða samrøður við venjarar, spælarar, nevndarlimir og viðhaldsfólk. Vinnaratónleikur og EB/Streymi-tónleikur verður eisini at hoyra. Á skránni verða eisini burturlutingar av EB/Streyma T-skjúrtum og sweatskjúrtum frá PhotoCare.