Rás2 hevur í dag rimmar upphiting til stóru konsertina við Bryan Adams á Tórsvølli í kvøld. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli fyrrapartin og seinnapartin Tríggjar tímar fyrrapartin og tríggjar tímar seinnapartin verður sjóneykan sett á Bryan Adams og konsertina í Føroyum í kvøld.
Rás2 fer í dag at gera nógv burtur úr konsertini við Bryan Adams, sum verður í Havn í kvøld. Morgunsendingin millum 9-12 og seinnapartssendingin millum 15-18 fara at snúgva seg um Bryan Adams og konsertina í kvøld.
Fyrrapartin verður millum annað tosað við føroying, sum skuldi til konsert hjá Bryan Adams uttanlands. Streymurin fór, og konsertin varð avlýst. Nú fær hesin maðurin so møguleikan at hoyra Bryan Adams live. Eisini verður prátað við fyrireikara um tiltakið og við tónleikakennara um Bryan Adams og hansara tónleik.
Millum klokkan 9 og 12 verður eisini møguleiki at vinna atgongumerki til konsertina í kvøld. Ein kapping snýr seg um at koma við bestu, stuttligastu ella mest uppfinnsomu orsøkini til, at júst tú skalt hava eitt atgongumerki til konsertina í kvøld. Tú skalt senda tína orsøk við sms til 559999.
Vertir fyrrapartin eru Eydna Skaale og Eyðun Klakstein. Tøkningur er Alvin Ellebye Andersen