Rás2 sendir beinleiðis frá "Grynnuni" leygardagin

Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum "Ein dagur á Grynnuni" millum klokkan 12 og 14 leygardagin

Í morgin fara túsindtals fólk at leita sær oman í Tórsgøtu og Vágsbotn at uppliva tiltakið "Ein dagur á Grynnuni", sum er eitt tiltak ið setir sjóneykuna á sjótilfeingið vit hava í Føroyum.

 

Rás2 fer at senda beinleiðis frá tiltakinum millum klokkan 12 og 14 í morgin.

 

Óli G. Samuelsen verður reportari. Tøkningur og vertur verður Heri Simonsen.

 

Flestu av samrøðunum sum verða gjørdar koma út á in.fo

 

Øll kunnu hoyra sendingina beinleiðis á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.