Rás2 sendir á ólavsøku

Hósdagin og fríggjadagin halda føroyingar tjóðarhátíðina, og Rás2 er við allan vegin.

Longu mikudagin fer Rás2 at hita upp til ólavsøku, og rásin sendir eisini ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Mikudagin er vanlig skrá á Rás2, men í fyrraparts- og seinnapartssendingini verður lagt upp til ólavsøkuhaldið, og um kvøldið vitjar Rás2 millum annað á ólavsøkukonsertini, sum verður hildin á Skálatrøð.

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag sendir Rás2 seinnapart og út á kvøldið. Gestir koma í studio, Rás2-fólk fara út á gøtuna at lodda dýpið, og livandi tónleikur verður at hoyra.

Ólavsøkukvøld endar við stóra brakinum í Vágsbotni, har Rás2 hevur sítt egna ólavsøkuhald við undirhaldi frá Pipar & Salt og tónleiki frá Terja Rasmussen. Hetta tiltak verður ólavsøkukvøld kl. 22.00, og tá verður pallur gjørdur uttanfyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum, og fólk savnast í Vágsbotni. Undanfarin ár hava yvir 10.000 fólk verið savnað til hetta tiltak, og roknað verður við nógvum fólki aftur í ár.

Tey, sum fara at gera sendingarnar hjá Rás2 á ólavøku eru Barbara Holm (myndin), Eyðun Klakstein, Mirjam Pætursdóttir, Tróndur Arge, Heri Simonsen, Eyðfinn Drewsen, James Olsen, Jonhard Hammer og onnur.