Rás2 sendir úr Milano

Í næstu viku sendir Rás2 úr norðuritalska stórbýnum Milano. Sent verður fimm tímar um dagin í tveir dagar

Í næstu viku fer Rás2 at halda til í italska stórbýnum Milano, haðani rásin fer at senda í tveir dagar. Mikudagin og hósdagin verður Rás2 úr luftini úr Milano og økinum har á leið, og sent verður báðar dagarnar frá klokkan 9 til 12 fyrrapartin og frá klokkan 13 til 15 seinnapart.

Rás2 hevur seinnu árini javnan sent úr útlandinum - millum annað úr Reykjavík, London, Barcelona, Seyðisfirði og Hannover, og Rás2 hevur eisini regluliga sendingar úr Keypmannahavn.

Nú verður kósin so sett suður til Italia, har Rás2 manningin fer at halda til í komandi viku.


Nógv evni

Í sendingunum úr Italia verður tosað við føroyingar, sum búgva í ella hava tilknýti til Italia. Eisini verða innsløg um móta, mafia, mat, vín, politikk, bilar, ferðavinnu og annað. Rás2 fer eisini at leita eftir matstovu í Milano, har føroyskur saltfiskur verður borðreiddur. Tosað verður um tónaskaldið Verdi, forføraran Casanova, og listamannin Leonardo Da Vinci. Eisini verður vitjað í Norðuritalia, har nógv spennandi og kend ferðavinnustøð eru.

Í sendingunum verður ein flogferð fyri tvey fólk til Milano í summar burturlutað .

Rás2 manningin í Milano verður Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett.