Rás2 sigur frá báðum FM-finalunum páskaaftan

Dysturin millum kvinnurnar hjá Drátti og KÍF byrjar klokkan 13, og dysturin hjá monnunum hjá SÍ og Fleyr byrjar klokkan 15.30

Seinnapartin í dag verða tær seinnu FM-finalurnar í flogbólti hjá monnum og kvinnum.

 

Klokkan 13 spæla kvinnulíðuni hjá Drátti og KÍF. Dráttur vann fyrru FM-finaluna 3-0. Vinnur KÍF seinnu FM-finaluna verður neyðugt at spæla eitt "gylt sett" fyri at gera av hvør skal verða føroyameistari í bestu kvinnudeildini 2017.

 

Klokkan 15.30 spæla mansliðini hjá Fleyr og SÍ. SÍ vann fyrru FM-finaluna 3-0. Vinnur Fleyr seinnu FM-finaluna verður neyðugt at spæla eitt "gylt sett" fyri at gera av hvør skal verða føroyameistari í bestu mansdeildini 2017.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá báðum FM-finalunum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 12.45. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.