Í dag verða seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmansteypið leiktar, og Rás2 sigur sum vant frá.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystunum. Dysturin millum Suðringar og B36 við Stórá í Trongisvági byrjar klokkan 15. B36 førir 4-2 frá fyrru hálvfinaluni. Dysturin millum AB og HB úti í Vika á Argjum byrjar klokkan 18. HB førir 2-0 frá fyrru hálvfinaluna.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum hálvfinalunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.