Í kvøld sigur Rás2 frá tveimum dystum í effodeildini.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá báðum dystunum, sum verða spældir í høvuðsstaðarøkinum í kvøld. Sagt verður frá dystinum millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn, og sagt verður eisini frá dystinum millum AB og KÍ á Argjum. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystinum millum ÍF og Skála.
Til ber at hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo, og á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Á in.fo ber til at fylgja øllum trimum dystunum.