Rás2 fer at siga frá tveimum dystum í Europa League í kvøld.
Klokkan 18 spælir HB ímóti Levadia Tallinn úr Estlandi á ovara vølli í Gundadali í Havn. Støðan er 1-1 frá fyrra dystinum. Klokkan 19 spælir Víkingur ímóti Ventspils úr Lettlandi á Svangaskarði á Toftum. Støðan er 2-0 til Ventspils frá fyrra dystinum. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá báðum dystunum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 17.45.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo sigur eisini frá dystinum. Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Klokkan 19 í kvøld byrjar dysturin í Hvítarusslandi millum Shakhtyor Soligorsk og NSÍ í Europa League undankappingini. Har er støðan 2-0 til Soligorsk frá fyrra dystinum.