SÍb er sensasjónsliðið higartil í steypakappingini hjá monnum. Royndu og garvaðu spælararnir hjá sørvingum hava higartil koppað bæði Mjølnir og TB við settmuninum 3-1.
Í kvøld klokkan 21 møtast Fleyr a og SÍb í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum. Fleyr a hevur higartil tapt 1-3 imóti Mjølnir, og hava vunnið 3-0 á TB.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.