Fótbólturin rullar í fýra tímar á Rás2 í dag, frá klokkan 14 til klokkan 18.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá dystunum Víkingur-B36 og ÍF-HB. Kunnað og uppdaterað verður frá hinum trimum dystunum NSÍ-AB, KÍ-B68, og Skála-TB. Allir dystirnir byrja klokkan 15.
Aftaná dystin verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni. Aftaná Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge hava prátað við umboð fyri ÍF, HB, Víking og B36 fara vit í "Triðja Hálvleiki" at hoyra prát við umboð fyri KÍ, B68, NSÍ, AB, Skála og TB. Okkurt fjepparaprát verður eisini á skránni.
Sendingin í dag byrjar við, at "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum verður endursent frá klokkan 14. Eftir tað verður sent beinleiðis.
Tað ber til hjá øllum at hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Beinleiðis frásøgn verður eisini her á in.fo. Seinni í dag koma myndatema og ljóðsamrøður út á in.fo.
Besta smsið, sum kemur inn til sendingina "Triði Hálvleikur" í dag vinnur tvey atgongumerki til fiskikappingina hjá B36, og vinnur eisini tvey atgongumerki til dansin hjá BÆRENTSEN OG CO, sum verður í B36-húsinum, leygardagin 14. mai í samband við fiskikappingina B36 skipar fyri leygardagin 14. mai. Smsað verður inn til 559999.