Fýra dystir verða leiktir í 14. umfari í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag.
Rás2 fer at siga frá tveimum dystum. Talan verður um grannauppgerðina millum HB og B36 í Havn, og dystin millum Skála og AB. Báðir hesir dystirnir byrja klokkan 15. Fylgt verður við í dystunum Suðringar-KÍ, ið byrjar klokkan 14.30, og dystinum millum EB/Streym og 07 Vestur, ið byrjar klokkan 15.
Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 13 tá sendingin "Fótbóltspanelið" verður endursend. Klokkan 14 er upptakt úr Gundadali í Havn sum Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Klokkan 15 til 17 verður beinleiðis fótbóltur á skránni, og aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur".
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.