Rás2 sigur frá HB-NSÍ og AB-B68

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá oddabraki og botngysara í morgin

Rás2 sigur aftur frá effodeildarfótbólti sunnudagin.

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá dystunum HB-NSÍ í Havn, og B68-AB á Toftum. Fylgt verður við gongdini í dystunum millum KÍ-TB í Klaksvík, og ÍF-B36 í Fuglafirði.

 

Tað ber eisini til at fylgja gongdini í øllum dystunum á in.fo.

 

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14.45, og í "Triðja Hálvleiki" verður prátað við umboð fyri tey átta liðini, ið hava verið í leiki.

 

Til ber at lurta á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 88,7 og á FM 95.9.

 

Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo.