Rás2 sigur frá HB-Víkingur og H71-Kyndil

Betri Deildardysturin millum HB og Víking byrjar klokkan 15, og FTZ-dysturin H71-Kyndil byrjar klokkan 18

Rás2 sigur frá bæði fótbólti og hondbólti í dag.

 

Hilmar Jan Hansen fer klokkan 15 at siga frá Betri Deildardystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn millum HB og Víking. 

 

Klokkan 18 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum í FTZ-deildini í hondbólti millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Tá dysturin millum H71 og Kyndil er liðugur byrjar sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2.

 

Gjøgnum dagin verður kunnað frá gongdini í dystum í Betri Deildini í fótbólti, og frá FTZ-deildini og hvonndeildini í hondbólti.

 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

 

Øll kunnu lurtað eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.