Rás2 sigur frá øllum FM-finalunum í hondbólti

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Mikukvøldið 20. apríl, leygardagin 23. apríl, og eisini sunnudagin 24. apríl, um tað lagar seg so, fara Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge at gera tað, sum teir hava gjørt í allan vetur, og í alt vár. Teir fara at siga frá hondbólti á Rás2. Hesaferð frá FM-finalunum Neistin-Kyndil, kvinnur og H71-VÍF, menn.

 

Til ber at Lurta við á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101. Samsent verður til allar finalurnar. Myndir, hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok. 

 

Skráin fyri FM-finalurnar í hondbólti, sum allar verða at hoyra á Rás2 er hendan : 

 

Mikudagin 20.04.16
kl. 18.30 Kyndil – Neistin (kvinnur)
kl. 20.00 VÍF – H71 (menn)

Leygardagin 23.04.16
kl. 15.00 Neistin – Kyndil (kvinnur)
kl. 18.00 H71 – VÍF (menn)

Møguligar triðju finalur:
Sunnudagin 24.04.16
kl. 15.00 Neistin – Kyndil (kvinnur)
kl. 18.00 H71 – VÍF (menn)