Sunnudagurin verður enn ein stórur fótbóltsdagur á Rás2.
Klokkan 14 endurhoyra vit sendingina Fótbóltspanelið, sum var á Rás2 fríggjadagin, har Tórður Thomsen og Hanus Thorleifsson vóru gestir.
Klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá teimum báðum sera týðandi dystunum í oddastríðnum í effodeildini. Talan er dystin millum NSÍ og KÍ, sum verður spældur við Løkin í Runavík, og dystin millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn. Kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, sum eisini byrja klokkan 15. Teir eru Skála-B36, ÍF-AB og TB-B68.
Aftaná dystarlok verður prát við umboð fyri tey ymisku liðini, sum hava verið í leiki í effodeildini. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður verða at finna úti á in.fo seinni. In.fo hevur tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum í effodeildini.
Til ber hjá øllum at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.