Rás2 sendir fótbólt millum klokkan 14 og klokkan 19.30 í dag.
Klokkan 14 verður byrjað við upptakt sum Petur Asbjørn Lervig skipar fyri.
Klokkan 15 fara Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge at siga frá dystunum B36-NSÍ og Víkingur-KÍ. Klokkan 17.15 verðr sagt frá dystinum millum AB og HB úti í Vika á Argjum. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í dystunum EB/Streymur-Suðringar og 07 Vestur-Skála sum báðir byrja klokkan 15. Samrøður verða við umboð fyri betrideildarliðini aftaná dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
In.fo fer at hava tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøkur, myndatema og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.