Rás2 sigur frá tveimum hondbóltsdystum í dag

Sagt verður frá dystunum millum Neistan og Kyndil hjá bæði kvinnum og monnum

Aftur í dag spennir Rás2 seg út við hondbóltinum.

 

Rás2 sigur frá báðum dystunum, sum verða millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 14.30 byrjar dysturin í hvonndeildini, og klokkan 16 byrjar dysturin í FTZ deildini. Í sendingini verður eisini kunnað um gongdina í dystinum millum StÍF og KÍF í FTZ deildini. Tann dysturin byrjar eisini klokkan 16.

 

Hjá kvinnunum er talan um eina reina oddauppgerð, hjá monnunum er talan um ein dyst har bæði liðini skulu royna at vinna fyri at fáa samband við oddin í FTZ deildini aftur. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo seinni í dag.