Rás2 sigur frá VÍF-StÍF og KÍF-Neistin í kvøld

Báðir dystirnir, sum eru avgerandi fyri FM-finalustríðið byrja klokkan 20 í kvøld

Rás2 ger nógv burturúr hondbóltinum í FTZ-deildini aftur í kvøld.

 

Í kvøld siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum, VÍF-StÍF og KÍF-Neistin á Rás2. Báðir dystirnir, sum eru sera týðandi fyri FM-finalustríðið byrja klokkan 20.

 

Sendingin byrjar klokkan 19.55. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo í kvøld.