Klokkan 9 í morgin fer Rás2 at varpa ljós á felags íslendsku-føroysku søguna og samleikan. Fyri stuttum skipaði Smyril Line fyri forkunnugari ferð til Eysturlandið í Íslandi, har Óli Jacobsen var ferðaleiðari. Á ferðini var farið aftur á slóðina hjá føroyingum, sum hava livað og virkað í Ìslandi í 20. Øld. Leo Poulsen var við á ferðini, og hann gjørdi samrøður og upptøkur. Hesar samrøður og upptøkur vera at hoyra á Rás2 í morgin, millum klokkan 9 og 10.