Rósa feldi Marjus

Borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, megnaði at vinna á Marjus Dam í Vágastríðnum í Sambandsflokkinum Tað lá ongantíð í kortinum, at Sambandsflokkurin skuldi fáa kvinnuligt umboð á ting. Men í sluttspurtinum tók Rósa Samuelsen seg kortini fram um mannlliga »mótvalevni« sítt í Vágunum, Marjus Dam.

Harvið fekk Sambandið ta kvinnuligu umboðan, sum so nógv varð ynskt eftir.

Tað var annars heldur ikki í kortunum, at Rósa Samuelsen yvirhøvur skuldi á lista hjá Sambandsflokkinum, tí floksleiðslan hevði gjørt av, at bert tvey valevni skuldu á listan umboðandi Vágar. Og har gjørdist Rósa Samuelsen nummar trý.

Seinni varð tó gjørt av, at Rósa skuldi stilla upp fyri Føroya Væl, sum er valfelagið fyri Sambandsflokkin í Suðurstreym.

Og hetta gjørdist ein heppin avgerð, í hvussu er fyri Rósu Samuelsen. Tí tað eydnaðist henni at vinna sess á tingi, upp á bekostning av júst Marjus Dam.