Sinnisbati ger nú eina seinastu roynd at fáa landsstýriskvinnuna í almannamálum at broyta meining. Rósa Samuelsen hevur gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnsveik í Havn og at flyta verkætlanina til Sandavágs, hóast allur serkunnleiki á økinum hevur mælt frá.
Løgtingslógin um at byggja íbúðirnar í Havn, fer úr gildi á nýggjárinum og Sinnisbati vísir á, at sostatt hevur Rósa Samuelsen 12 dagar eftir at broyta meining í.
- Tað er átaluvert, og líkist ongum, at politiski mynduleikin, og fyrisitingin við Rósu Samuelsen landstyriskvinnu í almannaráðum á odda, ikki hava megnað at fingið nakað sum helst burtur úr lógini um at byggja sambýli til sálarsjúk í Havn, sigur Sinnisbati.
- Tilsamans hava 16 milliónir krónur verið tøkar til verkætlanina síðani 2008. Tey hava havt næstan trý ár um at føra hesa verkætlan út í lívið, men kortini hava tey ikki megnað tað enn, staðfestir Sinnisbati.
Og felagið leggur afturat:
Súltar Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannaráðum, hetta mál longri, verður taparin tíverri enn einaferð tey sálarsjúku og teirra rættindini.
Tí heitir Sinnisbati á Rósa landsstýriskvinnuna um at fáa rættlag á hesi viðurskiftir beinanvegin, áðrenn lógin um at ?byggja sambýli í Tórshavn til sinnisveik? fyri kr. 16 mio. fer úr gildi á nýggjárinum.
- Hetta er seinasta freistin hjá landstýriskvinnuni í almannaráðum at hjálpa teimum sálarsjúku, sigur Sinnisbati.