- Okkara landstýriskvinna í almannaráðum beinleiðis lýgur fyri opnari mikrofon.
So bersøgin er Soffi Egholm, forkvinna í felagnum Sinnisbata.
Seinastu tíðina hevur ein rættilig kuldabrúgv lagt seg ímillum felagið Sinnisbata og landsstýriskvinnuna í almannamálum.
Tað er hent eftir at Sosialurin avdúkaði, at Rósa Samuelsen hevur strikað ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at hon ístaðin hevur flutt alla verkætlanina til Sandavágs.
Hesum hevur Sinnisbati mótmælt í hvassorðaðum vendingum.
Tað hevur borið illa til hjá okkum í Miðlahúsinum at fáa tos á landsstýriskvinnuna um málið, men í Kringvarpinum leygarkvøldið staðfesti hon, at hon skilti ikki atfinningarnar frá Sinnisbata, tí tað var nettupp eftir tilráðing frá eini bygginevnd, har Sinnisbati er umboðað, at avgerðin um at flyta verkætlanina til Sandavágs, er tikin.
Loddrøtt lygn
- Hetta er loddrøtt lygn, sigur Soffi Egholm.
Hon sigur, at Sinnisbati hevur ikki upp á nakran sum helst máta verið við til at mæla Rósu Samuelsen til at byggja íbúðirnar í Sandavági.
Hon sigur, at Sinnisbati hevur bara fingið einstøk høvi til at ráðgeva Rósu Samuelsen um sjálvar íbúðirnar.
- Í hesum sambandi hevur Sinnisbati víst á, at tað er umráðandi at hvør einstøk íbúð verður ein sjálvstøðug eind við egnari inngongd og ikki felags inngongd.
- Higartil hevur Rósa Samuelsen bara tosað um at íbúðirnar skulu byggjast í Tórshavn og hetta hevur Sinnisbati verið samd við henni í, sigur Soffi Egholm, sum sjálv hevur umboðað felagsskapin í bygginevndini, sum landsstýriskvinnan sipar til.
Hon staðfestir einaferð enn, at avgerðina um at flyta íbúðirnar til Sandavágs, hevur Rósa Samuelsen tikið, uttan at tosað við Sinnisbata.
- Fyrstu ferð, vit hoyrdu um at byggjast skuldi í Sandavági varð í Sosialinum, sigur Soffi Egholm.
Má ikki henda
Tað má ikki henda, at íbúðirnar til Sinnisveik verða fluttar úr Havnini til Sandavágs.
Tað heldur Sinnisbati, sum er felagið hjá teimum sinnisveiku.
- Vit krevja, at hesar íbúðirnar verða bygdar í Tórshavn og ikki í Sandavági, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata.
Felagsskapurin er eisini fortørnaður um grundgevingarnar, sum Rósa Samuelsen gav í útvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið fyri, hví tað er gott at byggja íbúðirnar í Sandavági.
Hon vísti á, at í Sandavági kundu tey sinnisveiku fáa lut í teimum ymsu tilboðunum, sum eru í Vágum, eitt nu kundu tey arbeiða á Verkstaðnum í Sørvági.
- Hetta er sera skelkandi at hoyra, tí Verkstaðið í Sørvági er eitt búðstaðarhús við verkstaði til fýra menningartarnaðar brúkarar.
- Hetta er ikki eitt verkstað til sálarsjúk fólk, men til menningartarnaði og hetta er eitt klárt tekin um at landsstýriskvinnan í almannaráðum ikki skilur munin ímillum “sálarsjúk” og “menningartarnað”, sigur Soffi Egholm.
Hon sigur, at Sinnisbati umboðar fólk við tunglyndi, skizofreni, psykosum, ADHD, angist, etingarólagi og øðrum sálarligum sjúkum, og teirra avvarðandi.
Hinvegin er tað Javni, sum umboðar fólk, sum við menningartarni og teirra avvarðandi.
- Hetta eru tveir fulkomuliga ymiskir bólkar, tí sálarsjúk eru ikki menningartarnað.
- At blandar sálarsjúk og menningartarnað saman í ein bólk á Verkstaðnum í Sørvági, er sera mannminkandi, niðurgerandi og ósømuligt og tað fer Sinnisbati aldrin at góðtaka, sigur Soffi Egholm.
Rósa skilir ikki atfinningar
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skilir ikki mótmæli hjá felagnum Sinnisbata ímóti ætlanini at byggja íbúðir fyri Sinnisveik í Sandavági.
Royndirnar hjá okkum í Miðlahúsinum at fáa orðið á landsstýriskvinnuna, hava verið til fánýtis.
Men leygarkvøldið segði hon við Útvarpið hjá Kringvarpinum, at hon hevði fingið eina tilráðing frá eini bygginevnd, sum eisini Sinnisbati er umboðað í.
Ætlanin hevur verið at byggja íbúðirnar í Havn, men landsstýriskvinnan sigur, at tað hevur gingið so illa at fáa byggiloyvi frá Tórshavnar Kommunu, at hon følir seg noydda til at sleppa teirri ætlanini og tí hevur hon umhugsað, hvar íbúðirnar so kunnu byggjast
Í tilráðingini frá bygginevndini varð útgreinað, hvat landsstýriskvinnan átti at hava í huganum, tá ið hon umhugsaði, hvussu farast skuldi fram, fyri at játtanin upp á 16,2 milliónir kann koma teimum sinnisveiku til góðar, soleiðis sum ætlað, nú tað ikki ber til at fremja verkætlanina í Havn.
Rósa Samuelsen segði við Útvarpið, at hesa tilráðingina hevur hon tikið til eftirtektar.
Hon sigur, at í hesum sambandi hevur ætlanin verið at byggja ein depil sum tann, ið verður bygdur í Vági.
Og so er ongin annar møguleiki enn at byggja í Sandavági, tí har eru tvey sambýli frammanundan og tað eru onga aðrastaðni.
Samstundis er eitt verkstað og svimihylur í Sørvági, sum tey sinnisveiku fáa høvi at brúka.
Hon sigur eisini, at tað verður tórført at broyta ætlanina at byggja í Sandavági, tí tað sær ikki út til, at tað ber til at fremja byggingina í Havn.
- Fyri at játtanin skal koma teimum sinnisveiku til góðar, soleiðis sum ætlanin er, haldi eg, at tað er rætt at byggja oman á tað, sum longu er, segði Rósa Samuelsen.