Rósa ruddar??

?Nógv órudd hevur hópað seg upp á arbeiðsleiðini hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskonu. Hon er farin at rudda. Og vit eru nógv, sum stuðla henni.

Dømi 1? Á nøkrum stovnum fyri gomul og brekað fáa fólk pensión, á øðrum fáa tey lummapengar. At mannamunur verður gjørdur á fólki í somu støðu, er ikki virðiligt. Rósa hevur sæð tað óvirðiliga í hesum.??

Dømi 2 ?Sálarliga sjúk og sálarliga menningartarnað fólk hóska ikki væl saman. Fólkini skilja ikki hvør annan. Hetta er einki nýtt. Í sjeytiárunum gjørdi Árni Olsen, yvirlækni, hetta greitt. Á Eirargarði 14-16 kom í 1980 ein bústovnur til sálarliga menningartarnað fólk. Tað var tikið atlit til tey fólk, sum komu har at búgva. Men tað var eisini tikið atlit til tey sálarliga sjúku, sum frammanundan vóru á økinum. Í dag er øðrvísi. Eitt stórt hvítt skelti á veg inn í húsini á Eirargarði 14-16 vísir á, hvør húsast har. Skeltið sigur frá, at tað hvørki er tikið atlit til tey menningartarnaðu ella sjúku. Alt er samanblandað. Rósa má fara at rudda.??Dømi 3?Í Sandavági eru tvey sambýli, har sálarliga sjúk fólk búgva. Men eingin vardur verkstaður. Í Sørvági er vardur verkstaður til sálarliga menningartarnað fólk. Nú hava øll fingið arbeiðstilboð á sama verkstað. Rósa hevur varnast tað og hevur ætlað sær at rudda har.???Dømi 4?Tey fólk, sum í dag eru í nítiárunum, høvdu ikki sítt egna kamar sum børn, heldur svóvu fleiri systkin í somu song. Vit, sum í dag eru í sjeytiárunum og standa og banka upp á dyrnar á ellisheimum, fara ikki at vera so væl nøgd við alt sum ættarliðið undan okkum. Vit eru von við rásarúm, egna teldu, sjónvarp osfr. Minstamark verður, at vit fáa egið kamar, tá umstøðurnar verða so, at vit mugu flyta á stovn at búgva. Rósa er farin til verka. Eitt búfólk í hvørjum kamari.??Onnur dømi eru, men lat hetta vera nóg mikið.??Niðurstøða?Har nógv órudd liggur, er óarbeiðsligt. Tí má Rósa Samuelsen rudda fyri sær og fáa arbeiðsfrið, annars fær hon einki burturúr.??Í Hoyvík 18. januar 2011?