Meðan Sambandsflokkurin í Vágum ikki skoytti um at hava Rósu Samuelsen á listanum, hevur landsfelagið nú gjørt av, at hon kortini skal vera millum valevnini til løgtingsvalið Nú Sambandsflokkurin hevur havt sín síðsta uppstillingarfund í Havn í dag, var Rósa Samuelsen kortini er at finna millum valevnini hjá flokkinum. Rósa var annars ikki vald at koma á listan hjá Sambandsflokkinum í Vágum, tá felagið har hevði uppstillingarfund fyrr í vikuni. Fleiri aðrir flokkar hava annars fríggjað dúgliga til borgarstjóran í Sandavági síðstu dagarnar, men hon valdi altso at fara aftur til heimaflokkin, tá hon kortini var vælkomin.
- Hetta er fínasta slag, og tað er ein góð kensla at vera mett at vera skikkað at stilla upp fyri Sambandsflokkin, sigur Rósa Samuelsen við Portalin. Hon fer nú at fyrireika seg til valstríðið, har hjartamál hennara verða familjan og tey veiku.
Spurd, um ongin av hinum flokkunum, sum hava roynt at fáa hana upp á listan var nóg freistandi, sigur borgarstjórin í Sandavági, at tað sjálvandi er smikrandi, at fleiri bjóða seg uppá listan, men at hon kortini tók av, tá hon var boðin á sambandslistan.