Rósa Samuelsen hevur onga loysn

Hóast tað vísir seg sum ein stóran trupulleika, at frísk fólk liggja á Landssjúkrahúsinum, tí onki pláss er fyri teimum aðrastaðni, hevur Rósa Samuelsen onga bráðfeingisloysn til trupulleikan í løtuni, men hon arbeiðir við málinum. Serliga Suðurstreymur megnar ikki at nøkta tørvin, men Halla Samuelsen vísir á, at landið ikki hevur verið serliga hjálpsamt

Sambært Rósu Samuelsen, ber ikki til hjá henni at loysa trupulleikan við, at so nógv liðugt viðgjørd fólk liggja á Landssjúkrahúsinum. Tað ber heldur ikki til at nýta barakkina til eina tílíka loysn.

- Vit kunnu ikki fara í barakkina nú, tí hetta er ein gomul avgerð, sum er ein partur av útbyggingini av Landssjúkrahúsinum. Og tað kann eg ógjørligt fara at broyta, sigur Rósa Samuelsen. Hon hevur somuleiðis hug at brigsla kommunum fyri hendan trupulleikan, tí serliga Suðurstreymur hevur alt ov fá røktarheimspláss.

Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar kommunu, kennir væl til trupulleikan og harmast almikið, at støðan er soleiðis, at Tórshavnar kommuna ikki megnar at nøkta tørvin við røktarheimsplássum. Tó heldur hon, at landið hevur gjørt ov lítið fyri at hjálpa til, soleiðis, sum tey eiga at gera. Hon leggur somuleiðis dent á, at Tórshavnar kommuna fleiri ferðir hevur biðið um at sleppa at yvirtaka eldraøkið, og hava fingið noktandi svar hvørja ferð.

- Eg haldi ikki mann skal ganga og skylda uppá hvønn annan, men kanska hevur landið prioritera skeivt í hesum førinum, sigur Halla Samuelsen. Sum tó greiðir frá, at landið hevur játtað 12 milliónir til røktarheimið á Boðanesi.


Langtíðarloysnir ávegis

Hóast Rósa Samuelsen onga loysn hevur til trupulleikan á Landssjúkrahúsinum beint nú, nevnir hon fleiri langtíðarloysnir, sum eru ávegis.

- Um eina tíð vera tilsamans 72 nýggj røktarheimspláss klár, og av hesum vera 24 í Suðurstreymi, har tørvurin er størstur. Vónandi kann hetta verða við at loysa støðuna á Landssjúkrahúsinum, greiðir Rósa Samuelsen frá. Mann fær nokk ongantíð nøktað tørvin heilt, men meiningin er sjálvandi, at fólkini fáa tað, tey hava tørv á.


Kreppan órógvar

Sambært Rósu Samuelsen, er tað ein trupulleiki, at hon hevur ov lítla játtan, til at kunna loysa trupulleikan. Men samstundis er politiski viljin, at kreppan ikki skal ganga útyvir borgaran.

- Mann hevur í fíggjarlógini fingið nøkur ting uppá pláss. Eg kann játta Nærverkinum pening, so tey betri fáa loyst trupulleikan, men eg fái ikki flutt peningin júst, sum eg vil, greiðir almannamálráðharrin frá. Hon hevur sitið saman við Nærverkinum seinastu dagarnar, fyri at finna útav, hvussu peningurin verður best býttur á økinum hjá Nærverkinum, soleiðis at borgarin ikki fær eina verri tænastu.


Arbeiða við fyribilsloysn

Landsstýriskvinnan í almannamálum greiðir somuleiðis frá, at tað hevði verið ynskiligt við eini fyribilsloysn, nú trupulleikin er so akuttur. Tó veit hon ikki heilt hvussu hetta skal gerast, men hon leggur dent á, at hon er í støðugum samskifti við Nærverkið. Umframt, at hon og Hans Pauli Strøm, skulu tosa saman um tingini. Tí mann ikki kann gera nakað tilvildarliga fyribilsloysn.

Spurd um tað ikki hevði verið lættari, um eitt landsstýrisfólk til bæði ráðini hevði verið betri til júst hendan trupulleikan, noktar hon blankt.

- Eg og Hans Pauli Strøm hava eitt gott samstarv, og vit hava fleiri felagsfunktiónir, so eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika, sigur Rósa Samuelsen.