Nú Sambandsflokkurin hevur havt sín síðsta uppstillingarfund í Havn í dag, var Rósa Samuelsen kortini er at finna millum valevnini. Rósa varð annars ikki vald at koma á listan hjá Sambandsflokkinum í Vágum, tá uppstillingarfundur var her fyrr í vikuni. Fleiri aðrir flokkar hava annars fríggjað til borgarstjóran í Sandavági síðstu dagarnar, men hon valdi altso at fara aftur til heimaflokkin, tá hon kortini var vælkomin.
- Hetta er fínasta slag, og tað er ein góð kensla kortini at vera mett at vera skikkað at stilla upp fyri Sambandsflokkin, sigur Rósa Samuelsen við Portalin. Hon fer nú at fyrireika seg til valstríðið, har hjartamál hennara vera familjan og tey veiku.
Spurd, um ongin av hinum flokkunum, sum hava roynt at fáa hana upp á listan var nóg freistandi, sigur borgarstjórin í Sandavági, at tað sjálvandi er smikrandi, at fleiri bjóða seg uppá listan, men at hon kortini tók av, tá hon var boðin á sambandslistan.