Rósa Samuelsen: Náttartænastan heldur helst fram

Seinastu dagarnir er vorðið greitt, at skal náttartænastan hjá Heimatænastuni halda fram, so mangla 1.3 mió. krónur í. ? Hetta verður helst játtað teimum í dag, sigur Rósa Samuelsen. Helst eru mong kring landið, sum seinastu dagarnir hava stúrt fyri framtíðini, tá tað gjørdist greitt, at Heimatænastan varð noydd at spara náttartænastuna burtur.

Verður hendan tænastan spard burtur merkir tað, at ússalig og deyðssjúk fólk ikki longur fáa vitjan av heimahjálp um náttina.

Men Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum er bjartskygd í dag, tí hon væntar, at løgtingið í dag fer at játta hesar pengar til Nærverki, soleiðis at hendan tænastan kann halda fram.

-Tær 1.3 mió. krónurnar, sum mangla í eru við í eykajáttanarlógini, sum løgtingið skal viðgera í dag, og eg vænti og vóni, at løgtingið samtykkir at geva Nærverkinum hesar pengar, sigur Rósa Samuelsen.

Landsstýriskvinnan slær fast, at hon als ikki kann góðtaka, at hendan tænastan fellur burtur.

-Pínimarkið fyri sparingum á almannaøkinum er nátt nú, og vit kunnu ikki spara hesa tænastuna burtur, sigur Rósa Samuelsen.