Rósa Samuelsen sær ongar trupulleikar í at hava tvey almenn størv.
Hon hevur nú tikið við sum borgarstjóri í Vága kommunu, samstundis sum hon eisini er løgtingslimur.
Tað hevur verið nógv umrøtt í seinastuni, um tað er rætt, at tinglimir eisini eru borgarstjórar. Kristin Michelsen hevur gjørt greitt, at hann ætlar sær at røkja bæði, meðan Jógvan Skorheim hevur sagt tingsessin frá sær.
Men Rósa Samuelsen ætlar sær at røkja bæði størvini, í hvussu so er í fyrstu syftu, segði hon við Rás2 nú á midegi.
So fer hon ístaðin at brúka teir møguleikar, hon hevur, at taka farloyvi í øðrum starvinum, tá ið tað verður neyðugt.
Hon stúrir ikki fyri at hetta fer at elva til, at hon fer at forsøm nógvar tingfundir, ella at annað arbeiðið fer ikki at verða røkt til fulnar.
Hon vísir á, at tað er stutt at koyra úr Vágum til Havnar, tað er bara ein hálvur tími, so tað er onki at ferðast ímillum.